Starvsløn og íverksetanarstudninguri 2024

Nevndin hevur á fundi í januar avgjørt at lata Rógva á Rógvu tónleikara, starvsløn í 12 mánaðir og Duritu Dahl Andreasen sjónleikara, starvsløn í 6 mánaðir.

Harumfram hava 41 umsøkjarar fingið starvsløn í ávíkavíst 1,2 og 3 mánaðir. Sí allan listan her

Jákup Dahl (palllist), Franklin Symphor Henriksen (filmslist), Heini Ragnarsson (tónlist) og Helga Djurhuus (myndlist) fingu 75.000 hvør í íverksetanarstudningi.

Les meira her

 


Listafólkaløn 2023

Nevndin í Mentanargrunninum hevur á fundi tann 8. juni 2023 avgjørt at veita listafólkaløn fyri 2023 til Marjuna Syderbø Kjelnæs, Hanna Julius Bjartalíð og Dánjal D. á Neystabø.

Les meira her


 

Góð ráð, tá tú skrivar umsóknir

Send umsóknina inn í góðari tíð. Tað er umráðandi at tíðarfreistin verður hildin tvs. kl. 23.59 ásetta dag. Oftani er stórt trýst á skipanini í evstu løtu, tí fleiri senda samstundis. Skilagott er at lesa talgilda oyðublaðið, og skriva innihaldið á einum skjali fyri seg, ið síðani verður flutt inn í talgilda umsóknarblaðið. Tað er ein treyt fyri viðgerð, at umsóknin verður latin inn á talgilda umsóknarblaðnum. Tú fært eina váttan um, at umsóknin er móttikin. Um tú ikki fært eina váttan, set teg so í samband við skrivstovuna.

Um tekniskir trupulleikar stinga seg upp, er altíð eitt kopi tøkt á egnari teldu. Hav alt tilfarið klárt, áðrenn tú skrivar inn á umsóknarblaðið, eisini fylgiskjølini.

Legg til merkis, at tú hevur sjálv/ur ábygd av at umsóknin er rætt útfylt, og at allar neyðugar upplýsingar eru tøkar hjá nevndini at taka endaliga støðu til tína umsókn.

GG! Umsóknir, ið eru latnar inn eftir at freistin er úti, verða ikki viðgjørdar.

Les meira her Stuðul

Vegleiðing til íverksetanarstuðul

Vegleiðing til starvslønarumsóknir

Komandi umsóknarfreistir

  • til listafólkaløn fyri 2024 er 1. apríl 2024

  • til vanligan studning er 15. mei 2024

  • til vanligan studning 15. oktober 2024

  • til Starvsløn og Íverksetanarstuðul fyri 2025 er sunnudagin 15. desember 2024

Søk her

 

  • til listafólkaløn fyri 2024 er 1. apríl 2024

  • til vanligan studning er 15. mei 2024

  • til vanligan studning 15. oktober 2024

  • til Starvsløn og Íverksetanarstuðul fyri 2025 er sunnudagin 15. desember 2024

Søk her

[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row]