Starvslønir

 

#Anchor-8aa3 "Anchor-8aa3"

   

Starvslønir
til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2019

Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum starvslønir við støði í listaligum og fakligum metingum av verkevni ella verkætlan.

Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn
galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir.

Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2017 er kr. 27.274,00 um mánaðin.
Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni ella á skrivstovuni.

Umsóknarfreistin verður um miðjan desember 2019. Nærri verður lýst seinri.

Mentanargrunnur Landsins
Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn
tlf. 320842    tlf. 220845
mentan@mentanargrunnur.fo

 

   

Játtaðar starvslønir

#Anchor-284p "Anchor-284p"

 

2001-2010

2011-2018

 

Seinast dagførd tann 05/03/2018, 13:07:44.