Tá stuðulskeiðið er av

Yrkislistafólk, ið hava fingið trý ára listafólkastuðul, skulu lata grunninum ávegsfrágreiðing árliga.

Listafólk, leik og lærd, ið hava fingið starvsløn, skulu lata grunninum frágreiðing um avrik í stuðulskeiðnum.

Tey, ið hava fingið íverksetanarstuðul, skulu lata inn frágreiðing, umframt áteknaðan roknskap t.e. ein uttanveltaður persónur váttar, at roknskapurin er settur upp sambært fyriliggjandi skjølum.

Stuðulsfrágreiðing skal latast inn í seinasta lagi 1. apríl árið eftir játtanarárið. Henda áseting er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn.