Søkjast kann um stuðul frá Mentanargrunninum umvegis okkara umsóknarportal
Hevur tú trupulleikar við skipanini, set teg í samband við skrivstovuna. Vit taka eisini fegin ímóti fráboðan, um onkur tekstur/boð ikki eru at skilja.
Freistin at søkja stuðul til Film I. er 1. februar 2026
Við nýggju kunngerðini um stuðul til film er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðulsjáttan til film.
Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm.
Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga. Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið “Filmur“.
Freistin at søkja Stuðul I. er 15. februar 2026
Vanligur stuðul er til ymiskar listaligar verkætlanir og mentanarligt virksemi sum heild. Harumframt ber til at søkja um stuðul til týðingar, og til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung.
Stuðul til týðingar
Úr týðaragrunninum fæst sum meginregla stuðul til at týða til føroyskt. Hetta er eitt ískoyti til, at útlendskar bøkur kunnu verða lisnar á føroyskum máli og at føroyskar bókmentir verða breiddar út um føroyska marknaðin.
Stuðul til føroyskt tilfar til børn og ung
Stuðul verður veittur til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung, eitt nú framleiðslu av tónleikatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi.
Vanligur stuðul verður veittur tríggjar ferðir árliga. Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið ”Studningur”.
Komandi umsóknarfreistir
- til Film I. er 1. febr. 2026
- til Stuðul I. er 15. febr. 2026
- til Listafólkaløn 2026 er 1. apr. 2026
- til Film II. er 1. mai 2026
- til Stuðul II. er 15. mai 2026
- til Film III. er 1. sept. 2026
- til Stuðul III. er 15. okt. 2026
- til Film IV. er 1. nov. 2026