Søkjast kann um stuðul frá Mentanargrunninum umvegis okkara umsóknarportal

Hevur tú trupulleikar við skipanini, set teg í samband við skrivstovuna. Vit taka eisini fegin ímóti fráboðan, um onkur tekstur/boð ikki eru at skilja.



Freistin at søkja Film II. er 1. mai 2026

Við nýggju kunngerðini um stuðul til film er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðulsjáttan til film.

Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm.

Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.

Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið “Filmur“.


Freistin at søkja til Stuðul II. er 15. mai 2026

Stuðul verður veittur til ymiskar listaligar verkætlanir og mentanarligt virksemi sum heild. Endamálið er at stuðla undir føroyskum máli og mentan, og at kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik, film og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Stuðul verður veittur tríggjar ferðir árliga.

Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið ”Stuðul”.


Freistin at søkja til Týðing II. er 15. mai 2026

Endamálið við týðaragrunninum er at týða úr fremmandum málum til føroyskt. Hetta er eitt ískoyti til at útlendskar bøkur og annað tilfar kann verða lisið á føroyskum máli.

Stuðul verður veittur tríggjar ferðir árliga.

Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið ”Týðing”.


Freistin at søkja til Føroyskt tilfar til børn og ung II. er 15. mai 2026

Stuðul verður veittur til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung, eitt nú framleiðslu av tónleikatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi.

Vanligur stuðul verður veittur tríggjar ferðir árliga.

Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið ”Børn & Ung”.


Komandi umsóknarfreistir

  • til Film II. er 1. mai 2026
  • til Stuðul II. er 15. mai 2026
  • til Týðing II. er 15. mai 2026
  • til Føroyskt tilfar til Børn og ung II. er 15. mai 2026
  • til Film III. er 1. sept. 2026
  • til Stuðul III. er 15. okt. 2026
  • til Týðing III. er 15. okt. 2026
  • til Føroyskt tilfar til Børn og ung III. er 15. okt. 2026
  • til Film IV. er 1. nov. 2026

Søk her