Nýggjur umsóknarportalur
Í sambandi við at Mentanargrunnurin fær sær nýggjan umsóknarportal, letur umsóknarvindeygað upp mánadagin 18. november.
Fyrst skalt tú stovna tær ein brúkara. Tað gert tú inni á umsóknarportalinum.
Í nýggja umsóknarportalinum, ber til at goyma umsóknina sum kladdu, har tú kanst broyta ella leggja okkurt afturat, inntil tú heldur, at umsóknin er klár at senda.
Vit ráða tær, at vera í góðari tíð, tí tá ið tú hevur sent umsóknina, ber ikki til at dagføra hana.
Søkjast kann um
- studning til ymisk listalig ella mentanarlig endamál
- starvsløn
- íverksetanarstuðul
- listafólkaløn
Um søkt verður um studning ella íversetanarstuðul, skal fíggjarætlan leggjast við. Oyðiblað (vælfrítt) til fíggjarætlan kann takast niður her
Soleiðis søkir tú:
Bókmentir
Í lýsingini av verkinum verður biðið um:
- stutta lýsing av verkinum (við t.d. innihaldsyvirliti, um tað er viðkomandi)
- tekstabrot, í mesta lagi 5 síður (um søkt verður um týðing, skal bæði týðing og upprunatekstur við)
Í umsóknini skulu hesar upplýsingar vera tøkar:
- CV hjá rithøvundi ella týðara, ið vísir á viðkomandi royndir.
- Hvønn leiklut hevur umsøkjarin: rithøvundur, týðari, útgevari ella annað.
- Hvussu verður verkið útgivið. Um avtala er gjørd við útgevara, skal hon heftast við.
- Fíggjarætlan, har tað er skilmarkað, bæði hvørjar væntaðu inntøkurnar verða, og útgreinað, hvørjar útreiðslurnar eru (útgávukostnaður, samsýningar til rithøvund/týðara, myndir, myndprýðing, o.tíl. Um onkur, t.d. rithøvundur ella týðari, longu hevur fingið stuðul til verkætlanina, skal hetta viðmerkjast.
GG: Stuðul kann í mesta lagi latast til 30% av útgávukostnaðinum.
Myndlist
Í lýsingini av verkinum verður biðið um:
- lýsing av listarligari visjón, og hvussu júst hetta verkið/verkætlanin er partur av henni
- lýsing av, hvat slag av myndlist talan er um (málningar, framsýningar, installatiónir o.s.fr.)
- Fotomyndir av úrvaldum verkum, í mesta lagi 10 myndir í góðari góðsku við upplýsingum um heiti, ár, tilfar, stødd, o.s.fr.
Í umsóknini skulu hesar upplýsingar vera tøkar:
- CV, ið vísir á viðkomandi royndir.
- Hvønn leiklut hevur umsøkjarin: Listafólk, kurator o.a.
- Fíggjarætlan, sum vísir, hvat er samsýning til listafólkið, og hvørjar aðrar útreiðslur eru, umframt møguligar inntøkur. Hevur umsøkjarin søkt aðrar grunnar og møguliga fingið stuðul til verkætlanina aðrastaðni.
Tónlist
Í lýsing av verkinum verður biðið um:
- frágreiðing um, hvat verður søkt um (at gera nýggjan tónleik, útgávu, konsertir o.a.)
- lýsing av listarligari visjón, og hvussu júst hetta verkið/verkætlanin er partur av henni.
- úrvald dømi frá verkætlanini – til dømis í mesta lagi tvey løg (tað veri seg ljóðklipp ella nótar)
Í umsóknini skulu hesar upplýsningar vera tøkar:
- CV, ið vísir á viðkomandi royndir.
- Hvønn leiklut hevur umsøkjarin: Tónleikari, útgevari, komponistur o.s.fr.
- Fíggjarætlan, sum vísir, hvat er samsýning til listafólkið, og hvørjar aðrar útreiðslur eru, umframt møguligar inntøkur. Hevur umsøkjarin søkt aðrar grunnar og fingið stuðul til verkætlanina aðrastaðni?
- GG. Er talan um eina útgávu, kann stuðul í mesta lagi latast til 30% av útgávukostnaðinum.
Palllist/filmslist
Í lýsingini av verkinum verður biðið um:
- frágreiðing um, hvat verður søkt um (leik, dans, film …)
- lýsing av listarligari visjón, og hvussu júst hetta verkið/verkætlanin er partur av henni.
- lýsingsíni heild, har umsøkjarin sendir inn viðkomandi stuðlandi tilfar, t.d. brot úr handriti, videobrot av framførslu o.a.
Í umsóknini skulu hesar upplýsningar vera tøkar:
- CV, ið vísir á viðkomandi royndir.
- Hvønn leiklut hevur umsøkjarin: Sjónleikari, dansari, autørur, leikstjóri, framleiðari, kamerafólk, sjónleikarhús/felag e.a.
- Fíggjarætlan, sum vísir, hvat er samsýning til listafólkið, og hvørjar aðrar útreiðslur eru, umframt møguligar inntøkur. Hevur umsøkjarin søkt aðrar grunnar og fingið stuðul til verkætlanina aðrastaðni, skal hetta viðmerkjast.