Játtað listafólkaløn 2023
Marjun Syderbø Kjelnæs í 3 år

Grundgeving:Marjun Syderbø Kjelnæs er ein av okkara virknastu høvundum, sum hevur givið dygdargóðan skaldskap út í 20 ár. Hon er vorðin viðurkend fyri sínar skaldsøgur, yrkingasøvn og leikir. Hon hevur vunnið virðislønir og hevur gjørt vart við seg bæði heima og altjóða. Seinast eru hennara verk Karmageitin og Gentukamarið tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hon hevur framman undan roynt nýggjar leiðir við listarligum samstørvum við m.a. tónleikaranum Eivør Pálsdóttir og filmsleikstjóranum Sakaris Stórá. Marjun Syderbø Kjelnæs hevur arbeitt yrkisliga við skriving seinasta árið, og mett verður, at framsøknu ætlanir hennara um m.a. triðja verki í triologiini fara at bera á mál.

Hanni Julius Bjartalíð í 3 år

Grundgeving: Hanni Julius Bjartalíð er serkendur listamaður á høgum listaligum stigi. Hann hevur eitt afturkenniligt úttrykk, sum hann hevur støðugt ment og dýpt í fleiri áratíggju. Hanni Bjartalíð hevur rannsakað tilfar og tilgongdir og hevur haldgóðar royndir í at mála, prenta, tekna, gera relieff og standmyndir, bæði smáar og stórar. Hansara ætlan er at menna eitt monumentalt, skulpturelt myndamál við støði í abstraktum myndamáli. Lýsta menningin av monumentalum skulpturum er áhugaverd og slóðbrótandi í føroyskum høpi og hevur altjóða dygdir“.

Dánjal Dam á Neystabø í 3 år

Grundgeving: Dánjal D. Á Neystabø er nærlagdur, umhugsin og effektivur. Listaliga eru hansara avrik á einum høgum støði, og hansara ætlanir eru sera spennandi. Eisini her er talan um bæði tvørlistaligt, og tvørfakligt arbeiði, ið bendir á framskygni og evni til at flyta mørk. Her er eisini talan um samarbeiði sum koblar Føroyrar saman við útheimin. Dánjal D. Á Neystabø virkar til at hava nógv uppá hjarta, og hevur víst við sínum undanfarnu avrikum at tað er talan um haldfastar og gevandi útgávur bæði til børn og vaksin, og ofta øll í senn! Hetta prógvar at hann er førur fyri at skapa list við høgum listaligum virði og góðsku sum ríkar um okkara mentan“.

Játtað listafólkaløn 2022
Katrin Ottarsdóttir í 3 ár

Grundgeving: “Katrin Ottarsdóttir, rithøvundur, hevur givið út skaldskap á høgum listaligum stigi. Tað sama eyðkennir tey bæði skaldsøguhandritini, sum eru send við umsóknini um listafólkaløn…. Hon granskar á listaligan hátt viðurskifti millum foreldrini og lýsir við sakligari innliving, hvussu
hálvvaksna barnið livir við avleiðingunum. Tekstirnir eru merktir av frásagnargleði og kreativum málburði. Umhvørvið er lýst við fáum og sigandi staklutum. Stílurin avmyndar tær mekanismurnar í sinninum, sum verða settar í verk, tá ið tað óynskta hendir.” Faknevndin leggur afturat, at líkindini eru fyri, at verkætlanirnar hjá Katrini “verða lidnar í komandi tríáraskeiði.”

Anker Mortensen í 3 ár

Grundgeving: “Vit eru samd um tað høga listaliga stigið, Anker Mortensen er á, og sum hevur gjørt hann til ein av fremstu listafólkum í sínum ættarliði. Samstundis hevur hann á makaleysan hátt megnað at tulkað síni føroysku evni í einum úttrykki, har abstraksjón, fabulering og mystikkur ganga upp í hægri og
hugtakandi eind. Í einum verki fyri og øðrum eftir hevur hann í stívliga tjúgu ár dýpt og fínkað sítt úttrykk við stórum fylgjum og einum listaligum stigi, sum hevur vakt ans uttan fyri landoddarnar.”

Jóhanna Maria (Ria) Tórgarð í 3 ár

Grundgeving: “Jóhanna Maria hevur verið sera virkin í sjónleikaraumhvørvinum síðani 1970’ini og hevur drúgvar royndir við sjónleiki og sjónleikaframleiðslu. Í umsóknini er sera væl lýst og nágreinað, hvat 3-ára listafólkalønin verður brúkt til – eitt nú at skapa nýtt føroyskt tilfar til pall og at fáa tilfar frá palli yvir í film. Harumframt horva hennara verkætlanir langt inn í framtíðina, har hugsað verður um at menna ungar leikarar og ætlanir um at skapa karmar um eitt palllistaligt umhvørvi uttan fyri Tórshavn. Verkætlanirnar eru fjølbroyttar og spennandi og hava týdning fyri at menna føroyska palllist.”

Játtað listafólkaløn 2021
Anna Katrin Ø. Egilstrøð í 3 ár

Grundgeving: “Verkætlanirnar hjá Onnu Katrin Ø. Egilstrøð eru fjølbroyttar og umfatandi … og fevna um arbeiðstíðina 3 ár og 11 mðr. Tað er avgjørt neyðugt við stuðli fyri at kunna realisera hetta. Hon nemur við evnir so sum náttúruna, tað menniskjaliga, tað ómenniskjaliga, dreymar, veruleika, rútmisk mynstur, maskulinitet, ein minimalistiskan heim, umhvørvið og veðurlagsbroytingar, nærumhvørvið, sálarligar avbjóðingar, sálarløstir, vakurleika, myrkur, ótta, nærveru, sorg og mannfrøði. Faknevndin metir eisini, at umsøkjarin avgjørt hevur teir neyðugu fakligu førleikarnar at fremja hesar verkætlanir í verki, bæði tá ið hugsað verður um hennara útbúgving og hennara royndir og avrik higartil. Listaliga góðskan hevur higartil verið sera høg, og tað vænta vit eisini av hennara komandi verkætlanum.”

Sakaris Fríði Stórá í 3 ár

Grundgeving: Sakaris Fríði Stórá fer undir “fleiri lovandi verkætlanir … Sakaris fortelur søgur um, hvussu støðan í Føroyum er í dag. Hetta eru tiltrongdar søgur, og har eru fáar aðrar listaligar røddir í Føroyum, ið hava hugin, talentið og førleikarnar til at realisera hesar verkætlanir. Sakaris arbeiðir við einari listagrein, ið tekur tíð, og hann søkir tí um stuðul til arbeiðsfrið og tíð til at hugsavna seg um sína list. Hansara verkætlanir hava ein internationalan profil, og saman við fleiri útlendskum samstarvsfeløgum siktar hann eftir at finna inn til eitt føroyskt filmsmál, sum er serstakt í altjóða høpi. Vit meta, at har er stórur kjansur fyri, at filmarnir hjá honum kunnu røkka langt.”

Marita Dalsgaard í 3 ár

Grundgeving: “Marita hevur víst seg sum eitt drivið og arbeiðssamt talent, ið hevur gongd í fleiri verkætlanum um hugtakandi evnir. So at siga allar verkætlanirnar hjá Maritu hava ein samfelagsrelevans, og har eru fleiri spennandi prosjekt, sum kunnu elva til kjak, dialog og provokera. Sumt snýr seg um at endurskoða grundvøllin í okkara fatan av, hvat Føroyar eru. Hetta eru afturlítandi søgur um, hvussu vit kunnu endurspegla okkum í okkara felags fortíð. Eisini verða onnur evnir viðgjørd, sum tað sjáldan verður varpað ljós á.”

 Játtað listafólkaløn 2020
Gunnvá Zachariasen í 3 ár

Grundgeving: Gunnvá Zachariasen hevur seinastu mongu árini arbeitt málrættað og heilhugað við leiklistini. Gunnvá er best kend sum sjónleikari, ið ber fram á pall menniskjað við øllum sínum brigdum og fjølbroytni, og bera listarligu avrik Gunnvu boð um djúptøkni og hegni í hennara arbeiðslag.

Gunnvá hevur nakrar áhugaverdar og fjølbroyttar verkætlanir fyri framman, ið bæði innibera útlendsk samstørv eins og eina leiklistastevnu ið, eins og undanfarin avrik Gunnvu, bæði eru áskoðaranum og leiklistini í Føroyum til frama. Hon hevur drúgvar royndir at fyriskipa verkætlanir og leikir á høgum listarligum støði  á sínum egna leikhúsi, TVAZZ, sum hevur verið við til at gera føroysku leiklistina meira fjøltáttaða. At geva Gunnvá listafólkaløn í trý ár, meta vit er ein góð íløga, sum fer at geva Føroyum áhugaverd og øðrvísi nýskrivað verk.

Rakel Helmsdal í 3 ár

Grundgeving: Rakel Helmsdal hevur eina drúgva og greiða lýsing av sínum verkætlanum. Tær eru partvíst framhald av ymiskum træðrum, sum longu eru í ritverkinum, men boða eisini frá nýggjum.  Og fakliga og listarliga dygdin tykist høg – og realistisk.

Rakel er fyrst og fremst barna- og ungdómsrithøvundur, og á hesum økinum verður hon neyvan tikin av nøkrum. Skal ein føroyskur rithøvundur, sum í høvuðsheitinum vendir sær til yngri lesarar hava listafólkalønina, er ilt at koma í tankar um nakran frægari.

Vð atliti til alt tað, sum Rakel Helmsdal longu hevur avrikað er eingin ivi um,  at her fer at spyrjast fitt burturúr. Hartil er hennara verkætlanarlýsing tann, sum er best úr hondum greidd. Og Rakel er tann umsøkjarin í umsøkjarahópinum, sum hevur fingið flest virðislønir og størst viðurkenning.

Silja Strøm í 3 ár

Grundgeving: Silja Strøm hevur, frá hon var heilt ung listakvinna, víst sans fyri originalum kompositiónum, sjálvstøðugum brúki av litum, og einum sterkum, persónligum og poetiskum myndamál. Silja vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.

Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali. Tí meta vit, at hon sum listakvinna, vil hava stóra nyttu av tí arbeiðsfriði, ið henda listaløn gevur henni”.

 Játtað listafólkaløn 2019
Carl Jóhan Jensen í 3 år

Grundgeving: Umsóknin er góð, drúgv og væl grundað, og tíðarætlanin fyri trý ár er góð og rúgvismikil. Hjálagt er tilfar, umsøkjarin hevur skrivað, og tað sæst, at bind tvey í skaldsøguantologiini er um at verða liðugt skrivað, og so er ætlan fyri bindi 3 trý eisini viðfest. Ætlanin um at skriva eina skaldsøgu “um tey donsku í Føroyum” er áhugaverd, og við tí bakgrund, ið hesin høvundur hevur, er lítið at ivast í, at hann megnar at fullføra sínar ætlanir. Hann lýsir væl bæði tað, hann ætlar at gera, og tað hann hevur gjørt á skaldsliga økinum. Hann er royndur høvundur og gevur regluliga verk út á høgum listarligum støði. Tað, at hann er yrkislistamaður burturav, ger hann eisini væl galdandi til hesa listafólkalønina.

Jens L. Thomsen í 3 ár

Grundgeving:  Menniskja, náttúran, tøknin og Føroyar sýnast at vera miðdepilin virkseminum og listarligu útsøgnini hjá Jens L. Thomsen. Ætlaninar eru væl lýstar, listarliga stórfingnar, og somuleiðis nærverandi við ansni at tilfarsligum uppruna í tíð, rúmd og stað. Ætlaninar ganga somuleiðis, í summum førum, inn í sjálvar tónleikaligu grundlutirnir. Tær hugsast sum partar av støðugari tilgongd sum vísir listarligt djúphugsni, og samanhang millum framleiðslugongd, tøkni og innihald. Vitanin um arbeiðið handan listaverkið fær serstakan týdning, og fremur at verkini fáa nærverandi týdning fyri lurtaran og áskoðaran.

Jens er tónleikari, men ætlaninar kunnu eisini sigast at vera margmiðlandi, har tøknin handan verkið og hugskotið, er tengd at innihaldinum og framsøgnini, í tráð við listarliga hugsjónina. Talan er um eitt listafólk sum arbeiðir miðvíst við síni list og amboðum, við listarligum sambondum uttaneftir, og vísir við sínum lidnu verkum, at eitt passandi bland av tí villa og tí rationella, ger, at ætlaninar kunnu gerast veruleiki. Og vit eru sannførdir um, at ein 3 ára starvsløn fer at menna tilgongdina og listina sum heild.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Poulsen í 3 ár

Grundgeving: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er tekstillistafólk, sum tekur støði í ull. Hon tvinnar saman nýhugsan og siðvenju í hugtakandi listaverkum. Við sínum djúptøkna kunnleika til tilfarið megnar hon at endurnýggja siðbundna arvin frá teimum, ið undan fóru og at endurhugsa møguleikarnar hjá ullini. Listaverkini hjá henni vísa, at hon hevur skapandi evni á høgum stigi. Installatiónirnar hava drøg úr arkitekturi, listhandverki og design. Tey spæla saman við rúminum, sum tey eru í og tala til sansarnar hjá áskoðarinum. Hon er í eini serstøðu, tí at hon arbeiðir við tí tilfeinginum, sum vit hava her í Føroyum og hevur stórar ætlanir um at gagnnýta okkara tilfeingi sum tann góða føroyska ullin er.

Verkætlanirnar, sum eru lýstar í umsóknini, eru gjøgnumhugsaðar og á høgum stigi. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard býtir prosessina í varðar og fer gjølla gjøgnum arbeiðsgongdina tey trý árini, ið listafólkalønin fevnir um. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er útbúgvin í tekstil frá Danska Kongaliga Kunstakademiinum og hevur longu gjørt fleiri merkisverdar verkætlanir. Trý ára listafólkaløn hevði givið henni møguleika at kava niðurí ullina, og hennara virkisfúsni talar fyri, at spennandi møguleikar og úrslit standast burturúr, bæði fyri Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard sum listakvinnu, fyri føroyska listaheimin og fyri aldargamla handverkið.

Játtað listafólkaløn 2018
Katrin Ottarsdóttir í 3 ár

Grundgeving: Umsøkjarin hevur drúgvar royndir sum yrkislistafólk, og hevur verið undangongufólk í føroyskari filmslist. Seinastu uml. 15 árini hevur hon lagt úr hondini fleiri verk, sum hava vakt ans og gjørt mun í føroyska samfelagnum. Hennara yrkingasøvn og stuttsøgusøvnini Aftanáðrenn og 43 bagatellir hava verið nógv lisin og eru skrivaði á einum løttum og fangandi føroyskum máli. Ivaleyst ber eisini til at siga, at bæði yrkingar og stuttsøgur hava viðgjørt viðurskifti millum m.a. børn og foreldur á ein bersøgnan og originalan hátt, sum hevur kenst frískligur í føroyska bókmentaumhvørvinum.

 Brandur Patursson í 3 ár

Grundgeving:  Brandur Patursson arbeiðir við skulpturum úr glasi og metalli, installatiónum, ljós- og videolist. Listin hjá honum eru slóðbrótandi, ikki bert í Føroyum men eisini í altjóða høpi. Seinastu árini hevur Brandur Patursson víst, at hann hevur skapandi megi á høgum stigi. Hansara listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Samstarvið við kend glaslistafólk úti í heimi boðar frá spennandi møguleikum og úrslitum, bæði fyri Brand sum listamann og fyri føroyska listaheimin.

Búi Egason Dam í 3 ár

Grundgeving: Verkætlaninar hjá Búa Egason Dam eru fjølbroyttar og ymiskar, men allar eru ítøkiligar og grundaðar á dygdargóða leiklist, sum er viðkomandi fyri føroyska áskoðaran eins væl og leikararnar. Hetta megnar hann, tí verkætlaninar, sum Búi hevur gjørt farnu árini, og tær nýggju, sum hann í onkrum førum longu er farin í holt við, loysir hann bæði við at arbeiða einsamallur, tó mest saman við øðrum. Alla tíðina er dygdargóða leiklistin fyri eyga, og lýkur Búi Egason Dam tí krøvini um, at verkætlaninar røkka væl og virðiliga til øll 3 komandi árini. Bæði føroyska áskoðaranum og føroyska sjónleikinum at frama.