Stuðulsmøguleikar

 

Mentanargrunnur Landsins veitir stuðul til tey í § 1 í løgtingslógini nevndu endamál, undir hesum starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstuðul, styttri skeið hjá listafólkum og stuðul til ymiskar verkætlanir.

Mentanargrunnur Landsins kann harumframt eftir umsókn stuðla bókaútgávur og tónleikaútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum.

Vísindaligt arbeiði, framsýningar, framførslur o.l. kunnu eftir umsókn fáa stuðul.


Studningur

Vanligur stuðul er til verkætlanir og til mentanarligt virksemi sum heild, umframt týðingar. Stuðulin verður veittur tríggja ferðir árliga.

Umsóknarfreist: sí www.mentanargrunnur.fo

 

Starvsløn

Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.

Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár, 2 starvslønir galdandi í 1 ár og starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðir.

Starvslønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.

Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar, tó skal samlaða útreiðslan til starvslønir fyri eitt játtanarár ikki verða meira enn helmingurin av samlaðu játtanini til Mentanargrunn Landsins.

Umsóknarfreist: sí www.mentanargrunnur.fo


Íverksetanarstuðul

Endamálið við íverksetanarstuðlinum er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði.

Íverksetanarstuðul verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.

Íverksetanarstuðul er á kr. 75.000,- árliga. Íverksetanarstuðulin kann nýtast til tilfar, leigu av atelier, námsferðir, livikostnaði o.tíl.

Íverksetanarstuðul kann bert latast sama persóni eina ferð og í mesta lagi fyri tvey ár.

Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvir íverksetanarstuðlar verða latnir, tó skal útreiðslan til íverksetanarstuðul ikki verða meira enn 10% av samlaðu játtanini til Mentanargrunn Landsins.

Umsóknarfreist: sí www.mentanargrunnur.fo


Listafólkaløn

Umsóknarumfar til listafólkalønir er einaferð árliga. Nærri verður lýst við freistini, sí okkara heimasíðu.

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa listafólkaløn, tó kunnu tey hava inntøkur av sínum skapandi virksemi.

Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið.