Stuðulsmøguleikar
Stuðul til verkætlanir
Vanligur stuðul er til verkætlanir, og til mentanarligt virksemi sum heild, harumframt eisini týðingar. Stuðulin verður veittur tríggja ferðir árliga. Nærri lýsing sæst á heimasíðuni.
Stuðul til týðingar er ein sjálvstøðug játtan á 500.000 kr býtt millum trý umfør. Játtanin kann eisini latast sum starvsløn.
Játtanin til vanligan stuðul er 3,1 milj kr. býtt uppá 3 umsóknarumfør.
Starvsløn
Umsóknarumfar til starvslønir er einaferð um árið, vanliga 15 desember.
Endamálið við starvslønum er at geva listafólkum, leik og lærd, og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði. Starvslønir kunnu latast í trý, eitt ár ella í ein til seks mánaðir.
Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar.
Játtanin er 3,1 milj. kr.
Íverksetanarstuðul
Umsóknarumfar til íverksetan er einaferð um árið, vanliga 15. desember.
Stuðulin er serliga ætlaður ungum evnaríkum listafólkum at menna teirra skapanarhug, og at koma víðari við teirra listaliga arbeiði. Søkt kann verða til námsferðir, tilfar, leigu av atelier v.m.
Nevndin avger sjálv, hvussu nógvir íverksetanarstuðlar verða latnir, bert fýra umsøkjarar kunnu fáa stuðulin.
Stuðulin kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir. Stuðulin er 75.000 kr.
Listafólkaløn
Umsóknarumfar til listafólkalønir er einaferð árliga. Nærri verður lýst við freistini, sí okkara heimasíðu.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa listafólkaløn, tó kunnu tey hava inntøkur av sínum skapandi virksemi.
Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið. Tríggjar listafólkalønir verða veittar í ár.
Játtanin er 3,3 milj kr.