Játtað listafólkaløn 2020
Gunnvá Zachariasen í 3 ár

Grundgeving: Gunnvá Zachariasen hevur seinastu mongu árini arbeitt málrættað og heilhugað við leiklistini. Gunnvá er best kend sum sjónleikari, ið ber fram á pall menniskjað við øllum sínum brigdum og fjølbroytni, og bera listarligu avrik Gunnvu boð um djúptøkni og hegni í hennara arbeiðslag.

Gunnvá hevur nakrar áhugaverdar og fjølbroyttar verkætlanir fyri framman, ið bæði innibera útlendsk samstørv eins og eina leiklistastevnu ið, eins og undanfarin avrik Gunnvu, bæði eru áskoðaranum og leiklistini í Føroyum til frama. Hon hevur drúgvar royndir at fyriskipa verkætlanir og leikir á høgum listarligum støði  á sínum egna leikhúsi, TVAZZ, sum hevur verið við til at gera føroysku leiklistina meira fjøltáttaða. At geva Gunnvá listafólkaløn í trý ár, meta vit er ein góð íløga, sum fer at geva Føroyum áhugaverd og øðrvísi nýskrivað verk.

Rakel Helmsdal í 3 ár

Grundgeving: Rakel Helmsdal hevur eina drúgva og greiða lýsing av sínum verkætlanum. Tær eru partvíst framhald av ymiskum træðrum, sum longu eru í ritverkinum, men boða eisini frá nýggjum.  Og fakliga og listarliga dygdin tykist høg – og realistisk.

Rakel er fyrst og fremst barna- og ungdómsrithøvundur, og á hesum økinum verður hon neyvan tikin av nøkrum. Skal ein føroyskur rithøvundur, sum í høvuðsheitinum vendir sær til yngri lesarar hava listafólkalønina, er ilt at koma í tankar um nakran frægari.

Vð atliti til alt tað, sum Rakel Helmsdal longu hevur avrikað er eingin ivi um,  at her fer at spyrjast fitt burturúr. Hartil er hennara verkætlanarlýsing tann, sum er best úr hondum greidd. Og Rakel er tann umsøkjarin í umsøkjarahópinum, sum hevur fingið flest virðislønir og størst viðurkenning.

Silja Strøm í 3 ár

Grundgeving: Silja Strøm hevur, frá hon var heilt ung listakvinna, víst sans fyri originalum kompositiónum, sjálvstøðugum brúki av litum, og einum sterkum, persónligum og poetiskum myndamál. Silja vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.

Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali. Tí meta vit, at hon sum listakvinna, vil hava stóra nyttu av tí arbeiðsfriði, ið henda listaløn gevur henni”.

 Játtað listafólkaløn 2019
Carl Jóhan Jensen í 3 ár

Grundgeving: Umsóknin er góð, drúgv og væl grundað, og tíðarætlanin fyri trý ár er góð og rúgvismikil. Hjálagt er tilfar, umsøkjarin hevur skrivað, og tað sæst, at bind tvey í skaldsøguantologiini er um at verða liðugt skrivað, og so er ætlan fyri bindi 3 trý eisini viðfest. Ætlanin um at skriva eina skaldsøgu “um tey donsku í Føroyum” er áhugaverd, og við tí bakgrund, ið hesin høvundur hevur, er lítið at ivast í, at hann megnar at fullføra sínar ætlanir. Hann lýsir væl bæði tað, hann ætlar at gera, og tað hann hevur gjørt á skaldsliga økinum. Hann er royndur høvundur og gevur regluliga verk út á høgum listarligum støði. Tað, at hann er yrkislistamaður burturav, ger hann eisini væl galdandi til hesa listafólkalønina.

Jens L. Thomsen í 3 ár

Grundgeving:  Menniskja, náttúran, tøknin og Føroyar sýnast at vera miðdepilin virkseminum og listarligu útsøgnini hjá Jens L. Thomsen. Ætlaninar eru væl lýstar, listarliga stórfingnar, og somuleiðis nærverandi við ansni at tilfarsligum uppruna í tíð, rúmd og stað. Ætlaninar ganga somuleiðis, í summum førum, inn í sjálvar tónleikaligu grundlutirnir. Tær hugsast sum partar av støðugari tilgongd sum vísir listarligt djúphugsni, og samanhang millum framleiðslugongd, tøkni og innihald. Vitanin um arbeiðið handan listaverkið fær serstakan týdning, og fremur at verkini fáa nærverandi týdning fyri lurtaran og áskoðaran.

Jens er tónleikari, men ætlaninar kunnu eisini sigast at vera margmiðlandi, har tøknin handan verkið og hugskotið, er tengd at innihaldinum og framsøgnini, í tráð við listarliga hugsjónina. Talan er um eitt listafólk sum arbeiðir miðvíst við síni list og amboðum, við listarligum sambondum uttaneftir, og vísir við sínum lidnu verkum, at eitt passandi bland av tí villa og tí rationella, ger, at ætlaninar kunnu gerast veruleiki. Og vit eru sannførdir um, at ein 3 ára starvsløn fer at menna tilgongdina og listina sum heild.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Poulsen í 3 ár

Grundgeving: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er tekstillistafólk, sum tekur støði í ull. Hon tvinnar saman nýhugsan og siðvenju í hugtakandi listaverkum. Við sínum djúptøkna kunnleika til tilfarið megnar hon at endurnýggja siðbundna arvin frá teimum, ið undan fóru og at endurhugsa møguleikarnar hjá ullini. Listaverkini hjá henni vísa, at hon hevur skapandi evni á høgum stigi. Installatiónirnar hava drøg úr arkitekturi, listhandverki og design. Tey spæla saman við rúminum, sum tey eru í og tala til sansarnar hjá áskoðarinum. Hon er í eini serstøðu, tí at hon arbeiðir við tí tilfeinginum, sum vit hava her í Føroyum og hevur stórar ætlanir um at gagnnýta okkara tilfeingi sum tann góða føroyska ullin er.

Verkætlanirnar, sum eru lýstar í umsóknini, eru gjøgnumhugsaðar og á høgum stigi. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard býtir prosessina í varðar og fer gjølla gjøgnum arbeiðsgongdina tey trý árini, ið listafólkalønin fevnir um. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er útbúgvin í tekstil frá Danska Kongaliga Kunstakademiinum og hevur longu gjørt fleiri merkisverdar verkætlanir. Trý ára listafólkaløn hevði givið henni møguleika at kava niðurí ullina, og hennara virkisfúsni talar fyri, at spennandi møguleikar og úrslit standast burturúr, bæði fyri Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard sum listakvinnu, fyri føroyska listaheimin og fyri aldargamla handverkið.

Játtað listafólkaløn 2018
Katrin Ottarsdóttir í 3 ár

Grundgeving: Umsøkjarin hevur drúgvar royndir sum yrkislistafólk, og hevur verið undangongufólk í føroyskari filmslist. Seinastu uml. 15 árini hevur hon lagt úr hondini fleiri verk, sum hava vakt ans og gjørt mun í føroyska samfelagnum. Hennara yrkingasøvn og stuttsøgusøvnini Aftanáðrenn og 43 bagatellir hava verið nógv lisin og eru skrivaði á einum løttum og fangandi føroyskum máli. Ivaleyst ber eisini til at siga, at bæði yrkingar og stuttsøgur hava viðgjørt viðurskifti millum m.a. børn og foreldur á ein bersøgnan og originalan hátt, sum hevur kenst frískligur í føroyska bókmentaumhvørvinum.

 Brandur Patursson í 3 ár

Grundgeving:  Brandur Patursson arbeiðir við skulpturum úr glasi og metalli, installatiónum, ljós- og videolist. Listin hjá honum eru slóðbrótandi, ikki bert í Føroyum men eisini í altjóða høpi. Seinastu árini hevur Brandur Patursson víst, at hann hevur skapandi megi á høgum stigi. Hansara listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Samstarvið við kend glaslistafólk úti í heimi boðar frá spennandi møguleikum og úrslitum, bæði fyri Brand sum listamann og fyri føroyska listaheimin.

Búi Egason Dam í 3 ár

Grundgeving: Verkætlaninar hjá Búa Egason Dam eru fjølbroyttar og ymiskar, men allar eru ítøkiligar og grundaðar á dygdargóða leiklist, sum er viðkomandi fyri føroyska áskoðaran eins væl og leikararnar. Hetta megnar hann, tí verkætlaninar, sum Búi hevur gjørt farnu árini, og tær nýggju, sum hann í onkrum førum longu er farin í holt við, loysir hann bæði við at arbeiða einsamallur, tó mest saman við øðrum. Alla tíðina er dygdargóða leiklistin fyri eyga, og lýkur Búi Egason Dam tí krøvini um, at verkætlaninar røkka væl og virðiliga til øll 3 komandi árini. Bæði føroyska áskoðaranum og føroyska sjónleikinum at frama.